Search
  • Tannlæknafelagið

Tannheilsustøðan hjá føroysku børnunum

Barnatannarøktin ger javnan vísnidarliga kanning at tannheilsustøðuni hjá teimum ungu.



INNGANGUR

Í 1991 vórðu tannlæknarnir í Føroyum samdir um at fara undir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóðareglunum hjá WHO. Hetta fyri at fáa nágreinilig tøl til at lýsa tannheilsustøðuna hjá føroyskum børnum. Við hesum hagtølum varð tað skilagóða í regluligari, skipaðari barna- og ungdómstannrøkt eyðsýnt fyri kommunu- og landspolitikarar, og tóku teir undir við hesum.

Søguliga gongdin viðvíkjandi skráseting av tannheilsu í Føroyum

Í 1991, tá føroysku tannlæknarnir fóru undir skipaða skráseting av tannheilsuni hjá børnum og ungum í fólkaskúlanum, var lógin um barnatannrøkt1 bert galdandi fyri 7–14 ára gomul børn.

Í 1998 víðkaðist lógin um ókeypis tannrøkt til at galda fyri øll børn og ung í 0–15 ára aldri.2

Í 2014 víðkaðist lógin um ókeypis tannrøkt til eisini at fevna um tey 16–17 ára gomlu.3 Sostatt fáa øll føroysk børn og ung í aldrinum 0–17 ár nú tilboð um ókeypis tannrøkt.

Grundarlagið undir skipaðu skrásetingini er Sundhedsstyrelsens Cirkulære af 22. nov 1999 om indberetning på børne- og ungdomstandplejeområdet. Í kapittuli 2, §4, stk. 2, stendur: „Indberetningspligten omfatter børn i alderen 5, 7, 12 og 15 år.“

Føroysku tannlæknarnir fylgja hesi lógargreinini.

Í Løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt §7, stk 2, stendur: „Landstýrismaðurin í heilsumálum skipar fyri, at hagtøl yvir tannlæknanna virksemið verða gjørd. Landskassin ber útreiðslurnar fyri gerð av hagtølum“. Føroyskir tannlæknar fylgja hesi lógargreinini, og Tannlæknafelagið hevur sett eina SEF-nevnd at taka sær av innsavnan og viðgerð av hagtølum fyri børn og ung í Føroyum.

„Frískar tenn alt lívið“

... er endamálið við at brúka tíð, orku og fíggjarmegi upp á tannrøkt. Skrásetingin av teim 15 ára gomlu í 2017 vísir, at 44% av teimum hava púra frískar tenn. Gloymast skal tó ikki, at 56% hava havt brendar tenn og tí fingið viðgjørt tenninar, og skulu hesar síðani haldast við líka restina av lívinum. Hetta er ikki nøktandi, og arbeiðast má fram ímóti, at enn fleiri børn og ung varðveita heilar og frískar tenn alt lívið.

1 Kongelig anordning nr. 454 af 7. juli 1986 om ikrafttræden på Færøerne af lov om børnetandpleje. 2 Løgtingslóg nr. 23, 6. mars 1998 3 Løgtingslóg nr. 39, 6. mai 2014

32 views

Felagskapurin hjá teimum føroysku tannlæknunum

  • Facebook Social Icon