Search
  • Tannlæknafelagið

Kanna tenninar hjá teimum gomlu.

Updated: Jan 27, 2019

Granskingarráðið hevur játtað Tannlæknafelagnum stuðul til kanningarverkætlan við heitinum “Munn- og tannheilsan hjá eldri føroyingum – ein landsfevnandi kanning”.


Stuðulin, kr. 258.400, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Tað er Birita Ellefsen, ph.d., sum er verkætlanarleiðari. Verkætlanin tekur eitt lítið ár. Stuðulin frá Sjúkrakassagrunninum skal ítøkiliga nýtast til løn til tannteknikara og til granskara, umframt til tilfar

Tannlæknafelagið sigur soleiðis um verkætlanina:

- Tannlæknafelagið hevur í nógv ár ynskt at fáa lýst, hvussu munn- og tannheilsan er hjá eldri fólki í Føroyum, og at fáa staðfest viðurskifti, sum hava ávirkan á hetta, m.a. at finna heilsu- og umhvørvisviðurskifti, sum fyrr ella seinni í lívinum ávirka munn- og tannheilsuna. Slík vitan kann nýtast til at tilrættaleggja fyribyrging og møgulig tiltøk, sum kunnu hjálpa teimum eldru til góða munn- og tannheilsu alt lívið. Ein slík umfatandi kanning er nú møgulig at seta í verk, tí ein granskingarverkætlan verður framd av 80 ára gomlum føroyingum.

- Tað er ongantíð áður gjørd ein umfatandi kanning av tannheilsuni hjá eldri fólki í Føroyum, men munn- og tannheilsan hjá eldri fólki kring allan heim er broytt sera nógv tey seinastu áratíggjuni. Tannheilsan er vorðin betri og hetta hevur stóran týdning fyri almennu heilsuna, vælveru og lívsgóðsku. Tað tó eisini staðfest, at tannheilsan ávirkast av, at heilsan versnar.

- Fyri best at kunna fyribyrgja og heilsumenna innan tannheilsuna hjá eldri í Føroyum, er neyðugt at staðfesta, hvussu støðan er, og á hvørjum økjum trupulleikar stinga seg upp. Tí er umráðandi at fáa tekna eina neyva tíðarhóskandi mynd av tannheilsuni hjá teimum eldru í Føroyum.

- Henda kanning fer at vísa, hvussu tannheilsustøðan er hjá eldri føroyingum í dag, hvussu tey nýta tannheilsuskipanina og hvussu tey viðlíkahalda munn og tenn. Harumframt kann kanningin varpa ljós á, hvør samanhangur er millum sjúkur og verri førleika, og munn- og tannheilsuna. Úrslitini av hesi kanning kunnu nýtast sum grundarlag fyri tilrættalegging av fyribyrging og heilsumenning innan tannheilsu fyri tey eldru.

0 views

Felagskapurin hjá teimum føroysku tannlæknunum

  • Facebook Social Icon