Vit vita frá útgrevstri av miðaldargravum (eftir ár 1200) heima á Sandi í 1969-70, sum K. Krogh stóð fyri, at tað var ikki caries í teimum funnu skøltunum, men nógvur tannsteinur og eisini tannstøðuskeivleikar.
Í 1846 skrivar tann kendi læknin Panum:
” Færinger udmærker sig ved fortrinelige og durable Tænder. Kariøse Tænder sees sjeldent hos de egentlige Færinger, og man kan ofte see Folk paa 70 Aar med fuldstændigt Gebis.”
Í 1856 varð Monopolhandilin tikin av. Tørvurin á tannlæknahjálp er helst byrjaður tá. Hetta komst av at fína-mjøl, sukur, siroppur o.t. nú bleiv dagligur kostur.
Frá 1910 vóru skiftandi tannlæknar/tannteknikarar í Føroyum, fyrst í Havn og á Tvøroyri. Tann fyrsti examineraði tannlæknin var Elin Mortensen, sum kom heim at arbeiða í 1910 og var til 1916. Frá 1929-1945 var Oscar Kaaber fastur tannlækni í Havn, men ferðaðist eisini út á bygd, samstundis sum hann virkaði fyri, at bæði tannlæknalóg og miðvís viðgerð av skúlabørnum kom í lag.
Í 1938 kom fyrsta tannlæknalógin í gildi í Føroyum. Í Danmark kom fyrsta tannlæknalógin í 1916.
Í 1942 byrjaði skúlabarnatannrøkt fyri kommununar rokning í Havn, í Klaksvík 1944, í Vági 1945 og á Tvøroyri 1947, í Vestmanna og Fuglafirði nakað seinni. Frá 1946 til 1957 fingu skúlabørnini í Havn, 7 til 14 ár, tannrøkt 2 ferðir um árið á flytbarari klinikk, sum var sett upp á skrivstovuni hjá skúlastjóranum. Á bygd vóru tey eina ferð á hvørjum ári.
Í 1957 søgdu teir privatu tannlæknarnir skúlabørnini frá sær av tí, at tannheilsustøðan í 50-unum var vorðin so vánalig og arbeiðsbyrðan so stór, at teir valdu børnini frá fyri at fáa ein skúlabarnatannlækna settan burturav.
Í 1958 valdi landið, við løgtinglóg nr.38 frá 11. juni um tannlæknaskipan, at stuðla gerð av skúlatannlæknastovum við 50 %. Aftaná hetta settu fleiri kommunur skúlabarnatannrøkt í verk uttan beinleiðis lógarkrav.
Í 1959 kom fyrsta skúlatannlæknastova við kommunalt settum tannlækna í Havn, hetta var tann fyrsta í Føroyum. Til samanberingar fekk Danmark sína fyrstu skúlatannlækna-stovu í 1896, í Svendborg.
Í 1975 byrjaði Sertannlæknastovan sítt virksemi á Tannklinikkini við Hoydalsvegin. Hetta var fyrsta skipaða ortodontiska tilboð í Føroyum.
Í 1986 kom løgtingslóg um tannrøkt fyri børn í skúlaskyldigum aldri, 1. – 7. flokk,í gildi. Harvið komu tey seinastu 10 %-ini av føroyskum skúlabørnum við í miðvísa tannrøkt.
Byrjast skuldi við fyrsta flokki og síðani einum flokki afturat á hvørjum ári, soleiðis at í 1992/93 vóru øll 7-14 ára gomul børn umfatað av lógini.
Í 1998, 6.mars, kom løgtingslóg nr. 23, sum umfataði øll børn frá 0-16 ár.
Løgtingslóg nr. 39 frá 6. Mai 2014 broyting í Løgtingslóg nr.23, um ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt fyri tey 16 og 17 ára gomlu, ella sum tað stendur í lógini “undir 18 ár”
Lógin var sett í gildi frá 1.januar 2015.
Samstundis blivu kanningarnar hjá privatu tannlæknarnir ókeypis fyri tey ungu undir 23 ár.